Frítíðin byrjar umborð

Siglingarætlan 2016

Treytir og kunning vísandi til vetrarsigling til Íslands

 

Gevið gætur! Tað kann koma fyri, at ferðin úr Føroyum til Íslands verður seinkað ella avlýst grundað á veðurlíkindi, ið tarna tryggari ferðslu.  Hetta ber við sær, at ferðandi kunnu verða seinkaði úr Føroyum til Íslands og aftur. Undir slíkum umstøðum, kann Smyril Line ikki ábyrdast av  at veita endurgjald ella  bjóða aðrar ferðamøguleikar ella syrgja fyri innivist. Hesar útreiðslur verða at gjalda av tí ferðandi sjálvum. Smyril Line fer tó at bjóða ferðandi, ið á henda hátt  verða tarnaði í at ferðast víðari til Íslands, at búgva umborð á Norrønu, við teirri treyt, – at ein rímiligur prísur verður goldin fyri kostaðarhald.

 

Avlýsing, grundað á veðurlíkindi, er staðfest eina ferð í 2013. Higartil hava ongar avlýsingar verið í 2014 og 2015, meðan Norrøna hevur siglt til Ísland í vetrarhálvuni.  Broytingar kunnu koma fyri  í ferðaætlanini, tí hædd altíð verður tikin fyri tryggari ferðslu. Um broytingar eru í hendi, verða ferðandi  støðugt kunnaði – bæði undan og undir ferðini. 

 

Um skipið Norrøna t.d. ikki fer til Íslands í eina viku og ferðandi umborð ynskja at koma til Íslands  sum skjótast, rindar Smyril Line ikki fyri eina møguliga ferð við flogfari – hesari má kundin sjálv/ur rinda fyri. Um ferðandi í slíkum føri hevur bil við, ið viðkomandi ynskir at flyta við skipinum til Íslands, syrgir Smyril Line saman við kundanum fyri, at bilurin verður fluttur til Íslands næstu ferð Norrøna siglir, uttan kostnað fyri kundan.

 

Um ferðandi við Norrønu, verður  veðurfastur í Íslandi, rindar Smyril Line ikki útreiðslurnar í hesum sambandi, so sum gistingarhús, mat v.m. Smyril Line, hjálpir at finna innivist, um tað verður neyðugt.