Frítíðin byrjar umborð

HOTEL Á LEIÐINI

Okkara samstarvsavtalur við veitarar í Danmark koma tær til góðar

 

Kundi tú hugsað tær at gist á hotel á ferðini, ella hevur tú bert tørv at steðga á í eina nátt fyri at lætta um ferðina víðari, so koma okkara góðu samstarvsavtalur TÆR til góðar. Niðanfyri vísa vit á tríggjar góðar møguleikar fyri styttri og longri gistingar í Danmark.

 

MONTRA SKAGA HOTEL

Montra Skaga Hotel í Hirtshals er eitt stórt og nútímans hotel, sum liggur einans 2 minuttir at koyra frá atløguplássinum hjá Norrönu. Hotellið er sera væl dámt við rúmligum kømrum og neyðugum hentleikum.

Dupultkamar úr kr. 760

 

 

SMALL DANISH HOTELS

Small Danish Hotels hevur eitt breitt úrval av bæði kráum, hotellum, slottum og harragørðum. Felags fyri tey øll er, at tey leggja stóran dent á persónliga tænastu og góðan vertsskap. Úr prísurin er fyri Hotel Skibssmedien Skagen.

 

Dupultkamar úr kr. 895

 

COLOR HOTEL SKAGEN

Hetta einastandandi hotellið liggur í Skagen, sum verður kallað "Toppen af Danmark". Her ber til at gera ein stuttan steðg ávegis til annað stað, ella sum eina longri frítíð. Um vári og summari er yðjandi lív í Skagen, so her er nógv at fara til. Tað sigst eisini, at Skagen er býurin í Danmark við flest sólskinstímum.

 

Dupultkamar úr kr. 1.050 

 

HOTEL FÅRUP

Hotel Fårup liggur mitt í Fårup Sommerland og er eitt 4 stjørna familjuhotel. Kømruni hava egnu terrassu ella altan. Uppihald er íroknað morgunmat, atgongd til Fårup Sommerland og Aqua parkina, wifi og parkering við hotellið.

 

Dupultkamar úr kr.  1.950