Frítíðin byrjar umborð

Evropa

Við okkum eru tit ikki avmarkað – farið har tit vilja, tá tit vilja

 

Møguleikarnir eru óendaliga nógvir tá ferðast verður í Evropa, og ringt er at velja hvar ein skal fara. Við egnum bili kunnu tit vera so spontan sum tit vilja, tit avgerða sjálvi nær og hvar leiðin gongur. Motorvegirnir eru altíð klárir at leiða tykkum har hugurin lystir.

 

Koyra tit suðureftir renna tit tykkum í stórbýir sum Berlin, Amsterdam, París, Prag. Allir eru teir áhugaverdir, men ymiskir á hvør sín hátt. Frástøðan frá bý til bý er ikki long, so uppá stutta frástøðu kunnu tit uppliva mangt og hvat. Longur suðureftir tit koyra, betur merkja tit hitan inn á merg - nakað sum sjáldan kann følast her heima. 

 

Eisini norðanlondini, Norra og Svøríki, eru ótrúliga sjarmerandi um summarið, har tað m.a. er møguligt at vitja barnavinarlig baðilond, spegilsslættar firðir, skógvaksnar fjallalíðir og smá, sjarmerandi bygdarløg.

>> Trýst her, og sí møguleikarnir Norra og Svøríki hava at bjóða

 

 

Bílegg uppihald gjøgnum Smyril Line

 

Leitar tú eftir einum frítíðarstaði longur suðuri? So er hetta rætti veitarin. Dansk FriFerie samstarvar við frítíðarstøð í øllum Evropa. Við okkara góðu samstarvsavtalum við Fri Ferie, loysir tað seg at bíleggja gjøgnum okkum. Ómakaleyst.

 

>> Les meira um FriFerie og sí spennandi summarfaldaran her

 

Við egnum bili hava tit møguleika at síggja tað tit vilja, tá tit vilja. Vit hjálpa tykkum fegin áveg.

Ring til okkara á 345900, skriva á booking@smyrilline.fo ella støkk inn á gólvið.