Frítíðin byrjar umborð

Cafeir og barrir umborð

Umborð á Norrönu eru tríggjar caféer/barrir, sum allar á hvør sín hátt kunnu vera karmur um hugnalig ella stuttlig kvøld til sjós.

 

Umborð eru allir møguleikar at fáa eitt hugnaligt kvøld, meðan Norröna siglir tykkum fram móti ferðamáli tykkara. Barrirnar finnur tú á dekk 5, 6 og 8. Prát og tónleikur til langt út á náttina í Saga Café´ini. Vilja tit njóta kvøldið í hugnaligum og friðarligum umhvørvi við klavertónleiki, so hava tit møguleikan til tað í Naust Lounge.

 

Í caféunum standa starvsfólk okkara klár at bjóða tær júst tað tær lystir, hvørt tað er onkur nýggjur spennandi drikkur í Naust Lounge, ein køld bjór ella sodavatn uppi á Sky Bar, ella ein góður køkubiti afturvið kaffimunni í nýggju Saga Café. So vel tær eina sodavatn ella ein sjuss á barrkortinum, og hugna tær í hugnaligari samveru við onnur ferðandi langt út á náttina í caféum og barrum okkara.