2017 test page!

Uttandura, men tó væl í lívd fyri regni og vindi

 

Sky Bar, sum liggur í stýriborð á dekki 8, er sniðgivin í einum róligum stíli. Innrættingin er ein blandingur av uttandurasofum og stólum, grønum plantum, hugnaligum ljósi og við góðum tónleiki.

 

Í Sky Bar kunnu tit keypa øl frá Føroya Bjór, og sjálvandi eisini okkara vælumtókta Frozen Strawberry Daquiry og aðrir góðir drykkir. Hevur tú hug til okkurt leskiligt afturvið, hava vit eisini køku, franskar hotdogs, vanligar hotdogs og tá ið veðrið loyvir okkum, tendra vit grillina, har borðreitt verður við nógvum góðum mati.

 

Av tí at barrin er uttandura, kann tað onkuntíð gerast kalt. Hóast vit hava góðar hitalampur, viðmæla vit - serliga um kvøldarnar - at tú letur teg í góð heit klæðir, ætlar tú at sita her leingi. Sky Bar er eisini júst rætta staðið at slappa av og í friði njóta sólina ella vakra stjørnuhimmalin yvir Norðuratlantshavið.

 

Bílegg á netinum

Eina app til túrin?

Nýggja SMYRIL LINE APPin gevur tær lætta talgilda atgongd til tín ferðaseðil, umframt ymisku kunningina og tilboðini umborð.

 

Les meira

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook