Frítíðin byrjar umborð

Kømur umborð

Ljós og góð kømur við mongum hentleikum

Umborð á Norrønu eru ljós og góð kømur, til ber at velja ímillum 2- og 4 koyggjukømur við og uttan vindeyga. Eru tit ein størri familja, ber til at bíleggja eitt familjukamar. Kamarið er samansett av tveimum kømrum við hurð ímillum. Ynskja tit eitt sindur eyka, kunnu vit viðmæla eitt luksuskamar við dupultsong, sofasett og minibarr. Norrøna hevur eisini eina Suitu, ið er innrættað sum ein íbúð. Ynskja tit eina einfalda og bíliga loysn, ber til at gista saman við øðrum í annaðhvørt í 4 koyggjukamari uttan vindeyga ella couchettu. 

 

Sjónvørpini í kømrunum hava hesar kanalir: DR1, TV4, BBC, Ramasjang, ZDF og vevkamera, við útsýni frá brúnni. Í Naust Lounge sæst væl umtøkta ítróttarkanalin 6'arin, so til ber at fylgja við bæði fótbólti, sjónvarpsrøðum o.ø. hóast tú ert á sjónum.

 

Sí nærri lýsing av kømrunum niðanfyri.