Frítíðin byrjar umborð

Matstovur umborð

Norröna bjóðar gastronomiskar matupplivingar til allar gómar.

 

Vel millum stóra úrvalið av góðum, løttum mati í kafeteria ella stóra vælumtókta sjálvtøkuborðið í buffet-matstovuni. Hevur tú heldur hug til eitt kvøld við livandi ljósi, góðum búffi og góðum víni, so royn frálíku a la carte-matstovuna Simmer Dim, sum er gjørd um til eitt steakhouse.

 

Okkara dugnaligu kokkar hava royndir í at gera mat til ferðafólk við serligum tørvi, m.a. ovurviðkvæmi. Simmer Dim Steakhouse bjóðar eisini vælsmakkandi vegetariskar rættir. Um tú hevur serligan tørv á mati ella eru ovurviðkvom, verður tú vinarliga biðin um at upplýsa hetta, tá ið ferðaseðlarnir verða bílagdir.

Matstovur umborð

sml-productlist-2015-new-general
  • i Simmer Dim Steakhouse

    Simmer Dim Steakhouse

    Royn okkara frálíku a la carte matstovu.

  • i Norröna Buffet

    Norröna Buffet

    Norröna Buffet bjóðar gastronomiskar matupplivingar til allar gómar.

  • i The Diner

    The Diner

    Dagsins rættur fæst bæði um middagsleiti og um kvøldi.