Frítíðin byrjar umborð

Norröna Buffet

Norröna bjóðar gastronomiskar matupplivingar til allar gómar.

 

Vel millum stóra úrvalið av góðum, løttum mati í kafeteria ella stóra vælumtókta sjálvtøkuborðið í buffet-matstovuni. Hevur tú heldur hug til eitt kvøld við livandi ljósi, góðum búffi og góðum víni, so royn frálíku a la carte-matstovuna Simmer Dim, sum er gjørd um til eitt steakhouse.

 

Okkara dugnaligu kokkar hava royndir í at gera mat til ferðafólk við serligum tørvi, m.a. ovurviðkvæmi. Simmer Dim Steakhouse bjóðar eisini vælsmakkandi vegetariskar rættir. Um tú hevur serligan tørv á mati ella eru ovurviðkvom, verður tú vinarliga biðin um at upplýsa hetta, tá ið ferðaseðlarnir verða bílagdir.

Matstovur umborð