2017 test page!
fo - test - Tax Free handilin

Tax Free handilin

Á dekki 5 finnur tú taks-fría handilin Explorer Shop. Á vári 2016 bleiv handilin útbygdur, og er nú størri enn nakrantíð áður.

 

Norröna hevur ein nýmótans og fjølbroyttan tax-free handil - Explorer Shop. Vit bjóða eitt stórt úrval av vanligum tax-free sølulutum, og afturat hesum eitt breitt úrval av føroyskum og íslendskum designvørum. Í handlinum eru fleiri vakrar føroyskar klædnamerkivørur, sum prýða hillarnar. Eisini bjóða vit hondgjørdar lutir og design lutir frá Danmark, Føroyum og Íslandi. 

 

Handilsøkið við luktilsum, smyrsli og tilhoyri er størri og meira nýmótans. Her bjóða vit alt frá smálutum til lutir frá teimum kendastu merkjunum. Vitja okkara stóra øki við víni, rúsdrekka og góðgæti. Shoppingmøguleikarnir eru góðir umborð - og prísirnir sera kappingarførir. 

 

Okkara prísgaranti tryggjar, at vit altíð eru 20% bíligari, tá tað snýr seg um luktilsi og smyrsl, samanborið við vegleiðandi prísir á danska marknaðinum. Um tú innan 30 dagar kanst skjalprógva, at tú hevur funnið vøruna bíligari (sertilboð, søla á netinum og útsøla undantikið) enn tú hevur keypt tað fyri í Explorer Shop umborð, gjalda vit prísmunin. Vinaliga set teg í samband við Shop Manager umborð viðv. hesum - shopmanager@norrona.fo  

 

Tax Free faldari

Catalogue (single)

Tollreglur

Les um reglurnar fyri innflytan av tollfríum vørum her

Bílegg á netinum

Næsta fráferð og koma:

Fráferð (lokal tíð)
Hirtshals. 21. okt 15:00
Koma (lokal tíð)
Tórshavn. 23. okt 05:00
Fráferð (lokal tíð)
Tórshavn. 23. okt 14:00

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook