Frítíðin byrjar umborð

Tráðleyst internet

Í samstarvi við Telenor Maritime, hevur Smyril Line gjørt tað møguligt hjá øllum ferðandi at fáa atgongd til internetið meðan siglt verður.

 

Prísirnir niðanfyri eru í DKK og EUR:

 

1 tími:   DKK 51,80 / € 7
4 tímar: DKK 66,60 / € 9
30 tímar:  DKK 118,40 / € 16
48 tímar:  DKK 155,40 / € 21

 

Hetta bíleggur tú á alnótini, og tú kanst rinda fyri tað við VISA-korti. Eisini ber til at keypa ein internetseðil við kotu í móttøkuni, har tú kanst gjalda við reiðum peningi og VISA. Hvør kota er til eitt tól. 

Gjaldið er fyri tíðarskeiðið, tú hevur ynskt tær, og ikki fyri tímarnar tú er á netinum.