2017 test page!

Um Norrönu

Norröna er bygd sum bæði ferðafólka- og fraktskip. Hon hevur pláss til tríggjar ferðir fleiri bilar og trailarar sum gamla Norröna. Pláss er til 1.482 ferðafólk og 800 bilar. Norröna tekur 3.250 tons.

 

Dagligi raksturin

Manningin er í mesta lagi 118 fólk og broytist eftir ferðafólkatali. Maskinrúmið krevur ikki, at fólk ganga vakt, og er mannað við 5 fólkum. Við 14 fólkum skulu til fyri at sigla skipið - trý á brúnni, fimm í maskinrúminum, og seks á dekkinum. Tað kostaði € 93,9 milliónir at byggja Norrönu - og svarar hetta til uml. kr. 700 mio.

 

 

Trygdarupplýsingar

Skipið lýkur strangastu trygdarkrøv og er smíðað samsvarandi teimum trygdarásetingum, sum altjóða siglingarfelagsskapurin (IMO) krevur. Skipið hevur mest framkomnu skipanir, tá ið snýr seg um at fyribyrgja eldi, sløkkja eld og í vandastøðu at flyta fólk á tryggan stað.

 

Á ymsum almennum støðum umborð, á kamarshurð tygara og í kunningarmappuni, sum liggur á øllum kømrum, kunnu tygum lesa tær trygdarásetingar, sum fylgjast skulu, kemur skipið í vandastøðu. Lesið vinarliga hesar leiðbeiningar væl og virðiliga, tí í teimum eru týdningarmiklar upplýsingar um mannagongdir, kemur skipið í vandastøðu.

 

 

Djórabúr

Djórabúr

Umstøðurnar til djórini eru góðar.

 

Rúmið er avlokað, vask við slangu og krana er lagt inn og eisini er hiti í rúminum. Vit hava 2 stór búr (H: 115cm, B: 80cm, D: 130cm), har djór upp til 110 cm kunnu búleikast, og 6 smærri (H: 55cm, B: 80cm, D: 130cm) har djór upp til 54 cm kunnu búleikast.

 

Prísir:

Lítið búr (djór upp til 54 cm) kr. 300

Stórt búr (djór upp til 110 cm) kr. 500

    Bílegg á netinum

    Næsta fráferð og koma:

    Fráferð (lokal tíð)
    Tórshavn. 23. aug 18:00
    Koma (lokal tíð)
    Seyðisfjørð. 24. aug 08:30
    Fráferð (lokal tíð)
    Seyðisfjørð. 24. aug 10:30

    Hevur tú spurningar?

    • 34 59 00
    • office@smyrilline.fo
    • Skrivstovur
    • Facebook