Frítíðin byrjar umborð

FIFA fótbóltsvøllur á dekk 8


Okkara nýggi fótbóltsvøllur er ein partur av einum nýggjum útkasti til tað unga ættarliðið, sum ferðast við Norrönu. FIFA fótbóltsvøllurin finst í bakborði á dekki 8, úti á opnum dekki.


Sjálvur bólturin, sum verður brúktur, er ikki ein heilt vanligur fótbóltur, men ein skúmbóltur, sum er eitt sindur bleytari og hóskar til vøllin.


Bólturin verður liggjandi á vøllinum allan dagin, soleiðis at børn og ung hava møguleika at spæla, tá teimum lystir.


Nýtsla av fótbóltsvøllinum er undir egin ábyrgd.

Fótbóltsvøllurin opnar kl. 08.00 og steingir kl. 21.00.