Frítíðin byrjar umborð

Heitir pottar

Her fært tú hita og vælveru við útsýni yvir Norðuratlantshavið - alt umborð á Norrönu.

 

Heitu pottarnir eru til tín, ið vilt hava eitt sindur meiri. Vit hava tríggjar pottar við heitum vatni. Pláss er fyri sjey fólkum í hvørjum potti. Tú kanst antin bíleggja pláss til eitt fólk ella leggja allan pottin av.  

Tá ið tú bíleggur, verða 100 krónur lagdar í goymslugjaldi fyri baðikápu og inniskógvar. Tey verða latin innaftur, tá ið tíðin er farin. So fært tú eisini goymslugjaldið aftur.  

  

Hvussu gert tú?

  • Bílagt verður í Sky Bar á dekki 8
  • Baðitíðin er ein tíma
  • Mælt verður til at halda seg til avtalaðar tíðir
  • Heitir pottar kunnu bara bíleggjast umborð   

 

Hvussu nógv kostar tað?

1 fólk:                                kr. 199 fyri ein tíma.
7 fólk (allur potturin):    kr. 249 fyri ein tíma.
 

Hvar eru pottarnir?  

Heitu pottarnir eru í stýriborði har afturi á dekki 7. Tað slepst til pottarnar við at fara gjøgnum gangin út móti kamari 7501 ella upp á Dekk 8 til Sky Bar, og so eru trappur niður til pottarnar. Ein av manningini hjá Smyril Line hevur heitu pottarnar um hendi. Hetta fólkið hjálpir tykkum við øllum.