Frítíðin byrjar umborð

Ferðaprísir: Sjálv/ur

Umframt at Norröna veitir tær tænastur, tú hevur tørv á, er hon bílig at ferðast við.

 

Hóast tú ikki hevur bil við tær á ferðini, so skal tað ikki verða ein forðing at sleppa víðari. Bussur stendur klárur, tá Norröna hevur lagt at, at koyra teg niðan á tokstøðina, har tú so sleppur víðari til tína endastøð. Hendan leinkjan hjá Rejseplan hjálpir tær lættliga at finna tíðir og møgulig skift við tok ella buss.

 

Soleiðis ferðast tú til Hirtshals

Soleiðis ferðast tú til Hirtshals

Tú kemur skjótast og lættast til Hirtshals við toki. ICL-tok koyrir beinleiðis úr Keypmannahavn til Hjørring. Á leiðini steðgar tokið m.a í størru býunum Odense, Aarhus og Aalborg. Í Hjørring skiftir tú til lokalbana, og hálvan tíma seinni ert tú í Hirtshals. Hagani er stutt at ganga til Norrönu. Úr Keypmannahavn tekur hendan ferðin góðan 5½ tíma, og kostar uml. kr. 440. Hevur tú WildCard frá DSB er prísurin helvtina so bíligur.

 

Útgreina ferðaætlan (í mun til fráferðirnar hjá Norrönu):

 

Leygardag siglir Norröna úr Hirtshals kl. 15:00:
  • Keypmannahavn st: Fráferð kl 07.50 (Tok ICL 23) til Hjørring st. Koma kl. 13:01.
  • Hjørring st: Fráferð kl 13.04 (Tok lokalbane 80) til Hirtshals st. Koma kl. 13.34. 
  • Hagani eru uml. 7 minuttir at ganga yvir til Norrönu.

Sí hesa leið á www.rejseplanen.dk

 

Sí undantøk í siglingarætlan hjá Norrönu

 


Gev gætur: hendan ferðaætlan er bert vegleiðandi. Vit viðmæla, at tú eisini sjálv/ur vitjar www.rejseplanen.dk