Frítíðin byrjar umborð

Húsbil og bil við húsvogni

Ísland hevur eitt slag av útleigukorti til 42 campingpláss. Endamálið við hesum kortið er at gera tað so lítið kostnaðarmikið sum gjørligt, so tú, sum eigari av tílíkum korti, kann fáa sum mest burturúr

 

Tað er einki mark fyri, hvussu ofta tú brúkar tað, ella hvussu nógvar nætur tú gistir á teim ymsu plássunum. Í stuttum: fría atgongd til hesi pláss, sum eru limir í hesum felagið. Kortið er galdandi fyri 2 vaksin og upp til 4 børn (upp til 16 ár), í tað ásetta árstalið.

 

Bildekkið er avmarkað. Ofta er tað útselt í okkara summarsigling, so tað ræður um at gera skjótt av, tá bíleggjast skal til hesi stóru akførini.

  


 

Praktisk kunning

Tað er loyvt at taka gass-fløskur við umborð, tað skal tó framvísast á onkran hátt, at tílíkar fløskur eru við. Áðrenn koyrt verður umborð skal øll gass- og brennievni innspræning koplast frá/steingjast í akfarinum. Til teir bilar og vognar, sum hava køliskáp við, so er ikki møguleiki at fáa streym á bildekkinum.