Frítíðin byrjar umborð

Smyril Line - HARMONIKUTÚRUR TIL DANMARKAR 8. - 11. JUNI

HARMONIKUTÚRUR TIL DANMARKAR 8. - 11. JUNI

Tað verður farið á gamlar slóðir aftur, har tað er harmonikan, og bert harmonikan, sum leggur dagsordan.

Hevur tú verið harmonikutúr við Norrønu, so hevur tú ivaleyst verið við á fleiri túrum. Hesir túrar eru so vældámdir, at vit ár um ár, kenna tey somu andlitini aftur.

 

Men, hví ikki? Sjáldan er lagið so gott umborð sum hesar dagarnar, tá harmonikutónar ljóma á hvørjum horni og dansurin gongur lystiliga. Ein ørgrynna av slagarum eru at hoyra ,og nógv verður sungið við, tá harmonikan setur dagsskránna. Her er lag á manni at hugna sær við góðum dansitónum í hugnaliga umhvørvinum umborð á Norrønu

 

Skráin verður sum altíð góð, og til ber at fylgja við her á heimasíðuni, har skráin støðugt verður dagførd. Skráin er ávegis.

 

Prísur fyri hvønn:

 

úr kr. 1.795

 

SMSC

Íroknað:
  • Snarferð til Danmarkar og aftur
  • Koyggja í deildum 4-koyggjukamari u/vindeyga 
  • 3 x morgunmatur
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00