Frítíðin byrjar umborð

Smyril Line - SJÓMANNATÚRUR TIL ÍSLANDS 3.- 6. APRÍL (TÚRURIN ER ÚTSELDUR)

SJÓMANNATÚRUR TIL ÍSLANDS 3.- 6. APRÍL (TÚRURIN ER ÚTSELDUR)

Vit fara Sjómannatúr til Íslands mánadagin 3. apríl kl. 14.00  

Umborð á Norrönu verður lív í, so skjótt sum hon leggur frá bryggjukantinum í Havnini. Vit fara at hava nógvar hugnaløtur saman við sangi og harmoniku.

 

Millum annað fara Sigmund Andreasen, Jógvan D. Hansen, Louisa Ludvíksdóttur og Mortan hjá Andriasi at hugleiða og siga frá søgum. Eisini kemur Palli Augustsson, ið er búsitandi í Íslandi, umborð at greiða frá, hvussu tað er at verða útróðrarmaður í Íslandi. Palli er hálvur føroyingur.

 

Í Íslandi steðga vit í hálvt annað samdøgur, har vit fara á busstúr til Norðfjørðin. Vit vitja á framkomnu sildaverksmiðjuni “Síldarvinnslan hf”, sum hevur verið nógv nýtt av føroyskum skipum, og eisini á áhugaverda trolarasavninum, ið Jósafat Hinriksen, sáli, tók stig til at gera. Harumframt verður vitjað á grøvini hjá teimum sjey av manningini á “Riddaranum”, sum druknaðu tann 25. september 1927 uppi við Fagranes á Langanesi.

 

Sí útgreinaðu skrá niðanfyri. 

 

Prísur tá ein ferðast sjálvur

 

Í deildum 4-koyggjukamari: kr. 2.290

 

Í einakamari v/vindeyga: kr. 2.590

 

 

Prísur tá tvey ferðast saman

 

Í 2-koyggjukamari u/vindeyga: kr. 4.980

 

Í 2-koyggjukamari v/vindeyga: kr. 4.980

 

Í dupultkamari v/vindeyga: kr. 5.380

 

Íroknað:
  • Cruise á leiðini Tórshavn - Seyðisfjørður og aftur
  • Gisting umborð
  • 3 x morgunmatur buffet
  • 1 x dagsins rættur í The Diner
  • 1 x kvøldarbuffet (týskvøld kl. 18.00)
  • Busstúrar í Íslandi
  • Kunningarfundur umborð við kaffi og køku
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00