2017 test page!

Smyril Line - Treytir og kunning

  • TILMELDING/AVTALUSEMJA

    Sáttmálaviðurskiftini millum kundan og Smyril Line (SML) verða avgreidd við tilmelding og við at skriva út ferðafólkaváttan. Hesar „Vanligu treytir“ verða mettar sum partur av avtaluni, um ikki annað er avtalað. Tað, sum stendur í skránni, lýsingablað og ferðaætlan og/ella øðrum marknaðar røktartilfari hjá SML um viðkomandi ferð, verður mett sum partur av avtaluni, um ikki annað er avtalað. Seravtalur við støði í serligum ynskjum hjá kundanum skulu – fyri at galda – verða ávístar í avtaluni.

  • BÍLEGGING

    Kundin skal sjálvur tryggja sær, at tað, sum stendur á ferðaskjali samsvarar við tað, sum hann hevur bílagt. Ferðafólk hava sjálvi ábyrgdina av, at SML fær røtt nøvn, sum samsvara við passið hjá teimum ferðandi. Gevið gætur! Tað er sera umráðandi, at kundin upplýsir telefon ella teldupost, sum kann røkkast, meðan kundin er burturstaddur, so SML kann boða kundanum frá um siglingarætlanin verður broytt.

  • BØRN OG UNG

    Øll ferðandi undir 16 ár skulu ferðast við foreldrum ella verja. Ferðandi millum 16-18 ár kunnu ferðast einsamøll, um tey hava skrivliga váttan frá foreldrum ella verja.

  • PRÍSUR FYRI FERÐINA

    Allir prísir eru í donskum krónum.

    Á øllum ferðum, ið eru bílagdar við egnum persónbili ella motorsúkklu, er hæddin í mesta lagi 1,90 m íroknað takviðføri og antennu, og longdin er í mesta lagi 5,0 m, um ikki annað er uppgivið. Eykagjøld eru fyri akfør við størri máti og fyri húsvognar, viðfestivognar o.a. Barnaprísir (3-11 ár) er roknað til børn, sum sova í egnari koyggju í kamari hjá foreldurm/verja.

    Pinkubørn (0-2 ár) ferðast ókeypis, um tey ikki brúka egna koyggju. Um koyggja ynskist til pinkubørn, gjalda tey sama prís, sum børn 3-11 ár.

    Í 4-koyggjukamar loyva vit í mesta lagi 4 vaksnum og 2 børnum (3-11 ár) inn.

    Í 2-koyggjukamar loyva vit í mesta lagi 2 vaksnum og 1 barni (3-11 ár) inn.

    Tað ber til at bíleggja eyka dýnu og kodda í móttøkuni umborð. Eyka dýna kostar kr. 50 og eyka koddi kr. 30. Eisini ber til at leiga barnasong fyri kr. 150 í móttøkuni umborð. Barnasongin kann eisini bíleggjast fyri fráferð.

  • PRÍSBROYTINGAR EFTIR, AT AVTALAN ER GJØRD

    SML hevur, eftir at avtalan er gjørd, rætt til at hækka kostnaðin, um økingin stendst av broytingum í flutningskostnaði, herímillum brennievnisprísi, skatti, avgjaldi, samsýning fyri ávísa tænastu, eitt nú flogvallar-, havnar-, lendingar- ella startavgjaldi ella gjaldoyrakostnaði, ið eru brúkt til at rokna út kostnaðin á ferðini. Seinni prísbroytingar, bæði upp og niður, t.d. at flogvallaravgjald minkar ella veksur, hava við sær, at ferðakostnaðurin minkar ella veksur samsvarandi. Tann avtalaði prísurin kann tó ikki verða øktur við meiri enn 10% av ferðaprísinum; og fráboðan um hetta skal vera komin fram til kundan skjótast til ber og í seinasta lagi 20 dagar fyri fráferð. Um treytirnar fyri eini príshækking ikki eru loknar, kann kundin ógilda avtaluna og fáa inngoldnan pening aftur.

  • TÁ VIÐSKIFTAFÓLK VILJA BROYTA FERÐINA AFTANÁ, AT FERÐASEÐIL ER KEYPTUR

    • Broyting av skipsferð

      Broyting av dato, tal av ferðafólki og navni:

      • Seinast 30 dagar fyri fráferð, er broytingargjaldið 100,- kr. pr. pers. + møguligar príshækkingar. Broytingargjald skal gjaldast samstundis, sum broytingin verður gjørd.
      • Minni enn 30 dagar fyri fráferð, men meir enn 7 dagar fyri fráferð er broytingargjaldið 200,- kr. pr. pers. + møguligar príshækkingar. Um ferðin kemur at kosta minni enn upprunaliga bílagt, fellur munurin burtur. Broytingin skal gjaldast samstundis, sum broytingin verður gjørd.
      • Minni enn 7 dagar fyri fráferð, men meir enn 4 dagar fyri fráferð er broytingargjaldið 400,- kr. pr. pers. + 10% av ferðaprísinum. Um ferðin kemur at kosta minni enn upprunaliga bílagt, fellur munurin burtur. Broytingin skal gjaldast samstundis, sum broytingin verður gjørd.
      • Broyting av út- ella heimferð á 4. degi ella minni enn 4 dagar fyri fráferð, er broytingargjaldið 600,- kr. pr. pers. + 10% av ferðaprísinum. Um ferðin kemur at kosta minni enn upprunaliga bílagt, fellur munurin burtur. Broytingin skal gjaldast samstundis, sum broytingin verður gjørd.
    • Tá ið talan er um pakkaferð (skipsferð + uppihald) verða umframt lagdar kr. 100 afturat í broytingargjaldi fyri kamarið fyri hvørja nátt + møguligar príshækkingar.
  • Í tíðarskeiðinum 1. november til 28. februar er broytingargjaldið 100,- kr. pers. Broytingargjald skal gjaldast samstundis, sum broytingin verður gjørd. Tematúrar undantiknir, teir koma undir omanfyristandandi treytir.


  • GJALDSTREYTIR

    Verður bílagt meira enn 30 dagar fyri fráferð, skal 1. avdráttur, 25 % av ferðaprísinum, tó minst kr. 3.000, verða goldin SML við bílegging ella í seinasta lagi 2 dagar eftir bíleggingin er gjørd. 2. avdráttur skal vera SML í hendi í seinasta lagi 30 dagar fyri fráferð.

    Verður bílagt styttri enn 30 dagar fyri fráferð, verður allur prísurin fyri ferðina goldin við bílegging ella tá ið pláss verður staðfest, og í seinasta lagi 48 tímar eftir plássváttan.

    Ferðir, ið hava virði upp til kr. 3.000, skulu gjaldast við bílegging.

    Sertúrar skulu gjaldast við bílegging.

    Hesar gjaldstreytir eru eisini galdandi fyri internet bíleggingar. Verða omanfyri nevndu treytir ikki hildnar, kannar SML sær rætt til at ógilda tað bílagda og krevja gjald sambært reglum um avlýsing.

  • BÓLKAR

    Fyri bólkar eru serligar gjaldstreytir galdandi.

  • GJALDSKORT

    Tá goldið verður við gjaldskorti, krevur PBS/DIBS eitt avgjald. Sí avgjøld her.

  • FLUTT UM BANKA

    Verður goldið um banka, skal bókingar nummar ( BN ) viðmerkjast.

    Bank Nordik, Húsagøta 3, FO-110 Tórshavn tel +298 330330

    Konto 6460-4932201 SWIFT FIFBFOTX, IBAN code FO11 6460 0004 9322 01

  • AVLÝSINGARTREYTIR

    • Avlýsing av skipsferð:
      • Verður avlýst minst 31 dagar fyri fráferð, verður 1. avdráttur afturgoldin minus kr. 300 í avgreiðslugjaldi fyri hvønn.
      • Verður avlýst 30-15 dagar fyri fráferð, eru 50% av ferðaprísinum mist, tó ikki minni enn kr. 300 fyri hvønn.
      • Verður avlýst 14-7 dagar fyri fráferð, eru 75% av ferðaprísinum mist.
      • Verður avlýst styttri enn 7 dagar fyri fráferð, hevur SML rætt til at rokna sær allan prísin fyri ferðina.
    • Avlýsing av pakkaferð:
      • Verður avlýst minst 41 dagar fyri fráferð, verður 1. avdráttur afturgoldin minus kr. 350 í avgreiðslugjaldi fyri hvønn.
      • Verður avlýst 40-15 dagar fyri fráferð, eru 50% av ferðaprísinum mist umframt kr. 350 í avgreiðslu gjaldi fyri hvønn.
      • Verður frásagt 14-7 dagar fyri fráferð, eru 75% av ferðaprísinum mist umframt kr. 350 í avgreiðslugjaldi fyri hvønn.
      • Verður avlýst minni enn 7 dagar fyri fráferð, hevur SML rætt til at rokna sær allan prísin fyri ferðina.
      • Verða uppihald ella aðrar pakkaloysnir avlýstar, og SML ikki fær hettar afturgoldnar frá veitaranum, hevur SML rætt til, umframt vanligu avlýsingartreytirnar hjá SML, at rokna sær tað, ið svarar til prísin á pakkanum.

    Avlýsing av bólkaferð: Serligar avlýsingartreytir eru galdandi fyri bólkar.

  • AVLÝSINGARAVTALA

    SML skal, tá ið avtalan verður gjørd, geva upplýsingar um møguleikarnar fyri at tekna eina avlýsingaravtalu fyri 5% av ferðaprísinum. Verður ferðaprísurin afturgoldin, verður roknaða gjaldið fyri avlýsing drigin frá. Avlýsingaravtalan tekur við, um kundin í stóran mun verður tarnaður orsakað av deyða ella ringari, brádliga íkomnari sjúku/løsti, ið krevur innlegging á sjúkrahús, læknakravdari sjúkrarøkt, ella tað, ið kann sammetast við hetta (t.d. innbrot), hjá kundanum sjálvum ella hjá hjúnafelaga ella maka, foreldrum ella verforeldrum, børnum ella barnabørnum, systkjum, ommum og abbum, svigarinnu, svági, fylgisneyta, treytað av, at læknaváttan ella løgreglufrágreiðing verður útvegað innan 7 dagar eftir avlýsing. Treytin fyri, at tryggingin tekur við, er, at tann ferðandi skjótast til ber verður læknakannaður – antin hjá egnum lækna ella vaktarlækna. Kundin hevur skyldu til alt fyri eitt ella so skjótt, sum til ber, ella tá tilburður elvir til endurgjald, at ógilda bíleggingina.

  • DJÓR

    Tað er ikki loyvt at taka djór við til Íslands. Fyri serstakt gjald er loyvt at taka kelidjór við úr Føroyum til Danmarkar. Hetta er undir egnari ábyrgd og serligum treytum eftir avtalu við SML. Til hetta endamál hava vit djórabúr umborð á dekk 7, ið skulu bíleggjast áðrenn fráferð. Kelidjór skulu verða í djórabúrum á dekki 7. Tað er bert loyvt at taka djór við úr Danmark til Føroya, um steðgað verður í minst 3 mánaðir. Nærri kunning á www.hfs.fo.

    Tað er ikki loyvt at hava hundar/ kelidjór í kamarinum umborð. Verður hetta ikki tikið fyri fulla virðing, fær viðkomandi eina rokning á kr. 3.000 fyri reingerðing.

  • EGIÐ FRYSTI- OG FERÐAGÓÐS

    Egið frystigóðs upp í 50 kg ella hægst ½ m3 og egið ferðagóðs upp í 50 kg kann verða tikið við uttan eykakostnað. Í hesum sambandi skal verða víst á, at ein og hvør handilsligur flutningur av góðsi skal verða avgreiddur umvegis Smyril Line Cargo (á tel. nr. +298 309600 ella cargo@cargo.fo.

  • BROYTINGAR/AVLÝSING HJÁ SML FYRI FRÁFERÐ

    Um SML avlýsir eina ferð ella ikki fær ferðina í lag sum avtalað, skal kundin verða kunnaður um tað sum skjótast. Hetta er tó ikki galdandi fyri smábroytingar. Samstundis, sum broytingar/ avlýsingar verða fráboðaðar, skal SML upplýsa um kærumøguleikar. Kundin kann møguliga ógilda avtaluna og fáa aftur allan peningin, ið er inngoldin sambært avtaluni, ella fara aðra ferð eftir egnum vali, um ikki SML, uttan órímiligan kostnað ella miss, hevur hetta í boði. Kundin skal, innan rímiliga tíð eftir at hava fingið boð um broytingina, siga SML frá. Vil kundin heldur hava eina dýrari ferð, skal kundin gjalda prísmunin. Er ferðin minni verd enn tann, sum upprunaliga var bíløgd, skal SML rinda prísmunin aftur.

  • ÁBYRGD OG FRÆLSI FRÁ ÁBYRGD HJÁ SML Í SAMBANDI VIÐ BROYTINGAR

    Um ein kundi verður fyri missi vegna broytingar hjá SML ella vegna avlýsta ferð, kann hann krevja endurgjald samsvarandi teimum vanligu endurgjaldsreglunum, uttan so, at ferðin verður broytt ella avlýst av tí at ov fá hava teknað seg, samanborið við talið á ferðandi, sum er ásett í avtaluni, at eitt ávíst leggingarprosent ikki er nátt, og SML ikki hevur boðað kundanum frá hesum í seinasta lagið 14 dagar undan fráfaringardegnum (í sambandi við stuttar útferðir/bussferðir kann styttri freist vera galdandi), ella at missurin stendst av triðjamanni, sum er ferðini óviðkomandi, ella umstøðum uttaneftir, og at SML ella onkur, sum SML hevur ábyrgd av, ikki við hóskandi nærlagni kundi havt roknað við hesum viðurskiftum, tá ið avtalan varð gjørd, ella komið sær undan ella vart seg fyri teimum, t.e. force majeure ella force majeure-líkar umstøður. SML er ikki partur av tí lógarásettu objektivt grundaðu ábyrgd, sum liggur á flutningsfeløgum, gistingarhúsum og øðrum, sum samstarvað verður við. SML átekur sær ikki ábyrgd av persónsskaða, sum óviðkomandi triðimaður er atvold í, ella av horvnum, stolnum ella oyðiløgdum viðføri / akfari o.t. Fyrivarni verður tikið fyri áseting av klokkutíð. Á skipsferðini eru flutningsreglurnar hjá SML galdandi.

  • SKYLDUR KUNDANS, OG HVØRJAR AVLEIÐINGAR TAÐ FÆR, UM HANN IKKI MØTIR UPP, ELLA IKKI GAGNNÝTIR TAÐ, HANN HEVUR GOLDIÐ FYRI

    Um kundin ikki hevur avlýst ferðina og/ella tann ferðandi ikki møtir upp ásetta tíð og stað á fráferð ella heimferð, ella sleppur hann ikki við vegna vantandi ferðaskjøl, t.d. galdandi pass, neyðug visa ella koppsetingarskjøl o.t., hevur SML rætt til at áseta fullan prís fyri ferðina – uttan so, at skeivleikar eru í kunningini frá SML. Um kundin ikki møtir ásetta tíð á fráferðini, hevur SML rætt til at avlýsa heimferðina og møguliga aðrar partar av eini pakkaferð. Tað sama er galdandi, um kundin verður burturvístur vegna afturvendandi álvarslig brot á reglugerð hjá flutningsveitara, gistingarhúsi ella tílíkum. Um ein kundi ikki møtir ásettu tíð til flutning ella á annan hátt ikki nýtir tær tænastur, sum eru partar av ferðini, kann hann ikki krevja endurgjald fyri tær tænastur, hann ikki hevur gagnnýtt. Um tann ferðandi sjálvur hevur teknað seg til eina útferð ella á annan hátt fer burtur frá ferðalagnum, hevur hann skyldu at kunna seg um ásettu tíð fyri heimferðini. Um annað verður bílagt, sum ikki er knýtt at SML, skal kundin kunnað seg um treytir hjá tí felagnum.

  • KÆRUR OG AVMARKING AV ÁBYRGD

    Um ein kundi verður varur við viðurskifti, sum ikki eru í lagi, skal hann skjótast til ber kæra til SML ella viðkomandi tænastuveitara, so at hesi hava høvi at fáa viðurskiftini í rættlag. Viðurskiftini eru ikki í lagi, um tann ferðandi ikki fær tær tænastur, sum í ferðaskránni, lýsingum ella serstøkum avtalum við SML eru tilskilaðar í ferðafólkaváttanini ella um tænasturnar eru á lægri støði enn tað, sum er avtalað ella tryggjað tí ferðandi. Um SML fær viðurskiftini í rættlag, kann kundin ikki krevja lutfalsligan avsláttur ella ógilda avtaluna. Um tað hevði havt við sær ov stórar útreiðslur ella munandi ampa fyri SML at fingið viðurskiftini í rættlag, kann kundin krevja lutfalsligan avsláttur í ferðakostnaðinum ella ógilda avtaluna. Endurgjaldskrav skal verða latið SML ella tænastuveitara í seinasta lagi 4 vikur eftir, at ferðin er liðug.

    SML AVMARKAR SAMSTUNDIS ÁBYRGD SÍNA AV SKAÐUM OG AV VIÐURSKIFTUM, SUM IKKI ERU Í LAGI, Í SAMA MUN SUM HESIR ALTJÓÐASÁTTMÁLAR, SUM KUNNU GERAST GALDANDI FYRI TEIR TÆNASTUVEITARAR, IÐ STANDA FYRI TÍ ÓFULLFÍGGJAÐA PARTINUM AV PAKKAFERÐINI:

    • LOFTVEGIS FLUTNINGUR: WARSZAWA-SÁTTMÁLIN
    • SJÓVEGIS FLUTNINGUR: ATHEN-SÁTTMÁLIN
    • TOK-FLUTNINGUR: SÁTTMÁLIN UM MILLUMTJÓÐA JARNBREYTAFLUTNING

    Av tí, at tað sambært altjóða sáttmálum ofta verða goldnar sera lágar upphæddir í endurgjaldi, og av tí, at tann ferðandi sjálvur skal standa fyri útreiðslum til læknahjálp, sjúkraflutning v.m., mæla vit til, at tann ferðandi teknar eina ferðatrygging. Spyrjið ferðaráðgevar okkara um hetta.

  • FERÐATÍÐIR

    Norrøna skipstíð er føroysk tíð (Greenwich Mean Time). Komu- og fráfaringartíðir, eru lokalar tíðir og ásettar við fyrivarni fyri veðurlíkindunum. SML kannar sær rætt til at broyta siglingarætlanina og broyta komu- og fráferðarhavn. Í Føroyum eru Kollafjørður og Klaksvík alternativar havnir. Í Danmark eru tað Frederikshavn og Hanstholm. Ferðandi hava skyldu at kunna seg um fráferð og møguligar broytingar á tlf. +298 345900 ella á www.smyrilline.fo

  • INNSKRIVING

    SML kannar sær rætt til at ógilda ferðir hjá persónum, ið ikki eru møttir rættstundis til innskriving. Ferðafólk skulu ikki vænta at fáa atgongd til bildekkið undir sigling. Vit gera vart við, at fráfaringartíð er løtan/dagurin, ið stendur á ferðaseðlinum, t.d. kl. 01.15 náttina sama dag. Uppgivin tíð er altíð lokal tíð. Ferðafólk mugu vera fyrireikað upp á bíðitíð í sambandi við innskriving og at koyra umborð og í land; t.v.s. at ferðafólk kunnu ikki vænta at vera komin í land ta tíðina, ið stendur sum komutíð.

  • SERLIGUR TØRVUR

    Rørslutarnað og ferðafólk við serligum breki skulu siga frá tí, tá ið bílagt verður, og somuleiðis skulu tey boða frá, tá ið tey verða innskrivað.

  • BARNAKONUR

    Barnakonur kunnu sigla við Norrönu til barsilsviku 35. Hetta er tó altíð undir egnari ábyrgd. Millum barsilsviku 31 og 35 skal læknaváttan fylgja við. M/F Norröna hevur ongan lækna umborð.

  • PASS

    Tað er sera umráðandi, at øll ferðandi hava við sær galdandi pass ella annað alment útgivið samleikaprógv við mynd. Um ferðandi ikki hava EU pass, skal hettar upplýsast við bílegging.

  • ÚR KØMRUNUM

    Ferðafólk skulu fara úr kømrunum umleið 1½ - 2 tímar fyri komu. Tað kann tó vera øðrvísi; og tíðin verður kunngjørd umborð.

  • VIÐFØRI

    Mælt verður ferðandi við bili til bara at hava neyðugt viðføri við í kamarið. Goymsluskáp til viðføri eru á dekk 2 og 7. Støddin á skápunum er: 403x800mm og 503x900mm.

    Prísurin fyri at brúka skápini er 20,- kr. fyri tey minnu skápini og 40,- kr. fyri tey størru skápini. Tað kostar hvørja ferð skápi verður lati upp.

  • ROYKING

    Tað er bert loyvt at roykja úti á opnum dekki umborð á Norrønu. Brot á hesa reglu viðførir stóra bót.

  • FUNNIÐ FÆ

    Vinaliga set teg í samband við móttøkuna umborð á Norrönu á tlf. 344900 ella send ein email til reception@norrona.fo viðvíkjandi persónligum ognarlutum, sum eru gloymdir umborð.

  • TRYGD

    Av trygdarávum kunnu ferðafólk, viðføri og akfør verða kannað, áðrenn farið verður umborð. Ferðafólk mugu ikki hava við sær lutir ella viðføri, ið verður mett sum vandi fyri trygdina sambært altjóða reglum fyri havnir og skip, ella sum kann elva til ótryggleika ella bera í sær vanda fyri trygdina umborð. Alt eftir umstøðunum hevur reiðaríið skyldu og rætt til at koyra slíkt viðføri í land ella oyðileggja tað, um tað er komið umborð, uttan at reiðaríið veit av og hevur givið skrivligt loyvi. Ferðafólk hevur ikki rætt til endurgjald í slíkum føri. Um hendingar av hesum slag hava við sær útreiðslur, eitt nú at skipið skal verða hildið aftur, ikki fær siglt, sum tað eigur, ella virksemið umborð á annan hátt verður tarnað og inntøku missur stendst av, so hevur tann, ið elvdi til útreiðslurnar, skyldu at veita reiðarínum endurgjald. Fólki, ið er ávirkað av rúsløgi ella øðrum rúsevni, kann verða sýtt atgongd til skipið. SML hevur rætt til at vísa burtur ferðafólki, meðan farið verður umborð, ella at koyra ferðafólk í land á ferðini, er ferðafólkið eftir skiparans meting óskikkað til at ferðast ella kann koma sær sjálvum ella øðrum í vanda umborð. Ferðandi skulu akta ávísingar frá manningini. Burturvísing hevur ikki við sær endurgjald fyri goldnan ferðaseðil.

  • FLUTNINGUR VIÐ ÓHEFTUM FLUTNINGSFELØGUM Í SAMBANDI VIÐ PAKKAFERÐ

    Fyri land- og flogflutning í sambandi við pakkaferðir við óheftum flutningsfeløgum kunnu galda aðrar ferðatreytir fyri partarnar í pakkaferðini hjá viðkomandi feløgum. Hesar reglur verða flýggjaðar út í sambandi við, at pakkaferðin verður bíløgd. Serliga reglurnar fyri møtitíðir, djór og ferðagóðs kunnu vera ymiskar frá felag til felag.

  • FRAKT

    Bilar uttan bilførðara/nummarplátu skulu bókast sum frakt. Víst verður til Smyril Line Cargo: Tel. +298 309600 ella cargo@cargo.fo

  • LÓGVAL OG VARNARTING

    Øll krøv móti felagnum skulu avgerast við rættin í Tórshavn vísandi til føroysku sjólógina.


    Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum og útseldum ferðum. 
    Tak treytir og kunning niður sum .pdf her

Serligar treytir viðv. vetrarsigling til Íslands

Ferðandi til Íslaands í vetrarhálvuni (01.01.16-01.04.16 & 29.10.16-31.12.16) verða biðin um at kunna seg um serligu treytirnar, sum eru galdandi: "Serligar treytir viðv. vetrarsigling til Íslands í vetrarhálvuni".

Bílegg á netinum

Næsta fráferð og koma:

Fráferð (lokal tíð)
Tórshavn. 23. aug 18:00
Koma (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 24. aug 08:30
Fráferð (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 24. aug 10:30

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook