2017 test page!

13-01-2017

Hondbóltssamband Føroya og Smyril Line hava gjørt eina 2 ára stuðulsavtalu, ið merkir, at Smyril Line er stórstuðul hjá øllum føroyskum landsliðum í hondbólti.

"Við miðvísum ungdómsarbeiði er føroyskur hondbóltur mentur almikið, og úrslitini hjá U21-dreingjunum herfyri, munnu teljast millum Føroya størstu ítróttaravrik nakrantíð. Tí eru vit errin og fegin um, at Smyril Line stuðlar teimum" sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, ið undirskrivaði avtaluna við Gunn Ellefsen forkvinnu í HSF fyrr í vikuni.

 

Hondbóltur er ein av størstu og best umtóktu ítróttargreinum í Føroyum, tí er tað upplagt at eitt felag sum Smyril Line stuðlar hondbóltinum, vísir stjórin á og fegnast um avtaluna við Hondbóltssambandið.

 

“Tað er jú eingin loyna, at framúr góða úrslitið hjá U21-landsliðnum setur stór fíggjarlig krøv til okkum sum skipa fyri, tí fegnast vit í HSF um, at Smyril Line vil taka tøk saman við okkum, so at vit í felag kunnu føra føroyskan hondbólt enn longur fram á leið,” sigur Gunn Ellefsen forkvinna í Hondbóltssambandi Føroya.

 

Avtalan er galdandi kappingarárini 2016/17 og 2017/18 og hevur við sær, at Smyril Line verður meira sjónligt í samband við alt landsliðs virksemið hjá HSF.

 

Myndatekstur: Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF og Rúni V. Poulsen, stjóri í Smyril Line gera avtalu um 2 ára samstarv. 

Tíðindasavn

Bílegg á netinum

Eina app til túrin?

Nýggja SMYRIL LINE APPin gevur tær lætta talgilda atgongd til tín ferðaseðil, umframt ymisku kunningina og tilboðini umborð.

 

Les meira

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook