2017 test page!

Vinningsbýti til partaeigarar

01-02-2017

Partaeigarar í P/F Smyril Line kunnu venda sær til felagið og fáa útgoldið vinningsbýti.

Nevndin hevur samsvarandi aðalfundarsamtykt, samtykt at rinda út vinningsbýti á í alt 40 milliónir.

 

Partabrøvini í P/F Smyril Line eru íhendihavara partabrøv, og tískil skulu partaeigarar venda sær til felagið, og soleiðis vísa fram síni partabrøv. Hetta verður gjørt við at venda sær til Ninu Djurhuus, roknskaparleiðara, á teldupostadressu nina@smyrilline.fo, áðrenn 1. apríl 2017, og eftirfylgjandi verður vinningsbýtið útgoldið.

 

Partabrøv við upprunavirði á kr. 1.000.- gevur kr. 63,20 kr. í vinningsbýti. Vinningsbýtisskattur á 35% verður í sambandi við útgjald, afturhildin samsvarandi kapitalvinningsskattalógini.

 

Vinarliga
Rúni Vang Poulsen

Tíðindasavn

Bílegg á netinum

Næsta fráferð og koma:

Fráferð (lokal tíð)
Hirtshals. 21. okt 15:00
Koma (lokal tíð)
Tórshavn. 23. okt 05:00
Fráferð (lokal tíð)
Tórshavn. 23. okt 14:00

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook