Frítíðin byrjar umborð

Søga felagsins

Høvuðsvirksemi felagsins er fólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi.

 

Smyril Line varð stovnað í 1982 av nøkrum yvirmonnum á M/F Smyrli. Teir útvegaðu ferjuna Gustav Vasa, góvu henni navnið Norröna, og í 1983 byrjaði Smyril Line at sigla á gomlu rutuni hjá Smyrli.

 

Eftir næstan 28 ár er Smyril Line eitt kent felag á ferðafólka- og farmamarknaðinum. Felagið hevur bygt upp eitt umdømi, har orð sum nissja, sermerki, eksotiskt, fýrahjólstrektir bilar, húsbilar, motorsúkklur, uppdagingarferðir og síðst, men ikki minst, ferðafólka flutningur og farmur, øll lýsa felagið sera væl.

 

Í apríl 2003 kom nýggja Norröna, eitt luksusskip, ið kann taka 1.482 ferðafólk og upp til 800 bilar, alt eftir stødd sjálvandi, tí skipið er eisini ætlað til stórar farmabilar. Norröna vigar 36.000 BRT, er 164 metrar long, 30 metrar breið og kann sigla við eini ferð á 21 míl um tíman. Hon er tríggjar ferðir størri enn gamla Norröna, sum var vorðin 30 ára gomul og hevði siglt 20 tey seinastu árini í Norðuratlantshavi, tá ið leiðslan gjørdi av at útvega eitt meira nýmótans ferðafólkaskip.

 

Smyril Line eigur fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes og Hvítanes. Fá nærri kunning um Smyril Line Cargo á www.cargo.fo.

 

Umframt skipið og skrivstovuna í Føroyum eigur felagið eisini eitt minni felag í Danmark, Smyril Line Transport A/S. Hetta felag rekur virksemi í Kiel í Týsklandi. Harafturat eigur Smyril Line 49% av Norröna Ferðaskrifstofan í Reykjavík.

 

Stóru eigararnir í Smyril Line eru P/F 12.11.11 (59,5%), Føroya Landsstýri (16,2%) og Framtaksgrunnur Føroya (6,3%). Smærru partaeigararnir eiga til samans 18%. Partapeningurin er í alt 112.012.332 DKK.